Ruth vil hava samgongu við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin

bannari
Ruth vil hava samgongu við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin
Aksel V. Johannesen fær í løtuni undirtøku frá 25 tingfólkum at verða samráðingarleiðari
Ruth Vang hevur verið hjá løgtingsformanninum og víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2022 - 10:45

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, vil hava eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Tað segði Ruth Vang fyri Kringvarpinum, áðrenn hon hitti løgtingsformannin fyri løtu síðani. 

Forkvinnan í Framsókn sigur, at flokkurin vil "loysa upp fyri blokkpolitikkinum," sum hon málber seg. 

Framsókn vísir annars á Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, sum samráðingarleiðara.

Sostatt fær Aksel V. Johannesen undirtøku frá tilsamans 25 tingfólkum, tí frammanundan hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774