Eysturkommuna lækkar skattin og hækkar barnafrádráttin

Eysturkommuna lækkar skattin og hækkar barnafrádráttin
Inntøkurnar næsta ár verða mettar til 126,5 milliónir kr.
Eisini Eysturkommuna lækkar skattaprosentið og hækkar barnafrádráttin næsta ár.
 
25.11.2022 - 08:34

Eisini Eysturkommuna lækkar skattaprosentið og hækkar barnafrádráttin.

Býráðið hevur einmælt samtykt at lækka skattaprosentið hálvt prosentstig, niður í 20,5 prosent.

Og barnafrádrátturin hækkar 500 kr., upp í 8.500 kr. 

 

19,5 mió. í avlopi

Inntøkurnar hjá Eysturkommunu eru mettar at vera 126,5 mió.kr. í 2023. Raksturin fer at kosta 107 mió.kr, so rakstraravlopið verður 19,5 mió.kr. Íløgur vera gjørdar fyri 40,5 mió.kr. 

Millum annað skal kappróðrarneyst byggjast í Tyrlhúsgrundini í Norðragøtu. 

Avdráttirnir í 2023 vera 8,9 mió.kr. og rentuútreiðslurnar 1,2 mió.kr. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444