Lítil áhugi fyri fólkatingsvali í Grønlandi

bannari
Lítil áhugi fyri fólkatingsvali í Grønlandi
Bara 47,8 prosent brúktu valrættin hesa ferð
Valluttøkan í Grønlandi var nógv minni enn í Føroyum.
Mynd: KNR  
 
04.11.2022 - 13:48

Áhugin fyri fólkatingsvali í Grønlandi er ikki so stórur sum í Føroyum.

Í Føroyum vóru 71,3 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, á vali, meðan bert 47,8 prosent av grønlendsku veljarunum brúktu sín valrætt hesa ferð.

Grønlendska kringvarpið, KNR, sigur, at hetta er minsta vallutøka síðani fólkatingsvalið í 1987, tá ið 44,9 prosent vóru á vali.

Fyri trimum árum síðani var vallutøkan til fólkatingsvalið í Grølandi 49,8 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537