Uttanríkisráðharrin var ikki valdur

bannari
Uttanríkisráðharrin var ikki valdur
Jeppe Kofod stillaði upp á Sælandi, men hann fekk ikki nóg nógvar atkvøður
Jeppe Kofod hevur fleiri ferðir verið í Føroyum sum uttanríkisráðharri. Her hevur hann tíðindafund saman við Jenisi av Rana, landsstýrismanni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.11.2022 - 15:28

Eftir at atkvøðurnar á Sælandi eru taldar, er greitt, at Jeppe Kofod, sum hevur verið danskur uttanríkisráðharri seinastu árini, ikki er valdur á fólkating.

Tað skrivar danska kringvarpið.

Á Sælandi fekk danski javnaðarflokkurin sjey umboð á fólkating, men Jeppe Kofod er ikki millum teirra.

Jeppe Kofod stillaði ikki upp til fólkatingsvalið í 2019, men Mette Frederiksen, forsætisráðharri, tilnevndi hann uttanríkismálaráðharra, tá hon skipaði stjórn í 2019.

Jeppe Kofod sat tá í ES-tinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537