Neyðugt at ringja til Lars Løkke Rasmussen fyri at skipa stjórn í Danmark

bannari
Neyðugt at ringja til Lars Løkke Rasmussen fyri at skipa stjórn í Danmark
Fólkatingsvalið í Danmark er sera spennandi, tí tað sær út til, at Lars Løkke Rasmussen og hansara nýggi flokkur, Moderaterne, fær ein lyklaleiklut
Lars Løkke Rasmussen er ein garvaður og snildur politikkari, og hann situr enn einaferð í einum lyklaleikluti við sínum nýggja flokki, Moderaterne
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
01.11.2022 - 19:42

Fyrstu ábendingarnar í fólkatingsvalinum í Danmark vísa, at Metta Frederiksen, forsætisráðharri, missir meirlutan og noyðist at fríggja til Lars Løkke Rasmussen og hansara nýggja flokk, Moderaterne. 

Valstaðkanningin hjá Danmarks Radio vísti, at bæði reyði og blái vongurin í donskum politikki hevur fyri neyðuni fyri at ringja til fyrrverandi forsætisráðharran og føroyavinin Lars Løkke Rasmussen, um teir ætla at skipa stjórn eftir valið. 

Reyði vongurin hjá Mette Frederiksen sær út til at fáa 85 fólkatingslimir, meðan blái vonurin hjá Jakob Ellemand-Jensen og Søren Pape Poulsen sær út til at fáa 73 fólkatingslimir. 

Óvissan við einari valstaðkanning er sera stórt, og tað er bara ein ábending, men ábendingin tykist greið. 


Lars Løkke Rasmussen og konan Sólrun úr Føroyum hava verið og valt / Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Løkke fær lyklaleiklut

Lars Løkke Rasmussen fær ein lyklaleiklut, og spurningurin er um tað endar við, at hann aftur verður forsætisráðharri. 

Moderaterne hjá Lars Løkke Rasmussen fær 9,3 prosent av atkvøðunum í valstaðkanningini hjá Danmarks Radio, og tað gevur 17 fólkatingslimir. 

Tí er spenningurin er eins stórur, sum hann var áðrenn at kanningin varð almannakunngjørd.

Men greitt er, at beint nú verður neyðugt at ringja til Lars Løkke Rasmussen fyri at skipa stjórn í Danmark. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592