Ætlar at skipa breiða stjórn í Danmark

bannari
Ætlar at skipa breiða stjórn í Danmark
Tað stendur á jøvnum millum reyða og bláa veingin í fólkatinginum, og nógvir veljarar ivast
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á vali. Hon hevur sagt, at hon miðar framvegis eftir at skipa eina breiða stjórn.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.11.2022 - 08:41

Í Danmark og í Grønlandi er fólkatingsval í dag. Í Danmark lótu valhølini upp klokkan sjey, og trey lata aftur klokkan sjey í kvøld, okkara tíð.

Í Danmark er støðan jøvn millum bláa og reyða veingin, og tí torir eingin at spáa um, hvør verður forsætisráðharri, tá valið er av.

Meiningakanningar vísa, at bæði Mette Frederiksen, forsætisráðharri og Jakob Ellemann Jensen, formaður í Vinstra, hava brúk fyri fyrrverandi forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, úr nýggja flokkinum Moderaterne, fyri at fáa meiriluta.

Hvørgin vongurin kann vísa á, at tey fáa 90 umboð í fólkatingið fyri at fáa meiriluta, og tí mugu samráðingar til, sum kunnu vara í langa tíð, er metingin hjá valserfrøðingunum.

Nógvir danskir veljarar siga seg vera í iva, og tí kunnu tað vera tey ivasomu, sum fara at gera av, hvør fer at stjórna Danmark.

 

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderata flokkinum, og kona hansara, Sólrun, á vali í morgun. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Breið stjórn

Í gjárkvøldið boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðharri frá, at sama hvussu úrslitið av valinum verður, fer hon at miða eftir at skipa eina breiða stjórn.

Tað hava borgarligu flokkarnir ávarað um, og teir siga, at Mette Frederiksen til eina og hvørja tíð fer at at leiða eina stjórn, við stuðli frá flokkunum á vinstraveinginum, og bert fer eftir borgarligari undirtøku fyri at gera tað møguligt.

Næstan ein millión veljarar siga seg ikki vita, hvønn tey skulu velja, og tí heldur valstríðið fram í Danmark, til valhølini lata aftur klokkan sjey okkara tíð í kvøld, er metingin hjá serfrøðingunum.

Fýra milliónir og 268.000 fólk hava atkvøðurætt í Danmark í dag, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537