Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg eru vald á Fólkating

bannari
Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg eru vald á Fólkating
Allar atkvøður eru nú taldar. Og tað er greitt, at Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg eru vald á Fólkating.
 
31.10.2022 - 22:35

So eru allar atkvøður til valið taldar. Stóru vinnararnir gjørdust Sambandsflokkurin og Anna Falkenberg og Javnaðarflokkurin og Sjúrður Skaale. 

Sambandsflokkurin fekk flest atkvøður. Í alt fekk flokkurin 8.198 atkvøður. Av teimum fekk 26-ára gamla Anna Falkenberg 2.973 atkvøður. 

Javnaðarflokkurin fekk í alt 7.659 atkvøður. Av teimum fekk Sjúrður Skaale heili 3.804 atkvøður. Sostatt fekk Sjúrður Skaale beint undir helvtina av øllum atkvøðunum hjá Javnaðarflokkinum. 

Hesi 10 fingu flest atkvøður til fólkatingsvalið á hesum sinni. Valluttøkan til hetta fólkatingsvalið gjørdist 71,3 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537