VIDEO: Osla sendir 43 fyltar skógvaeskjur í jólagávu til børnini í Ukraina

VIDEO: Osla sendir 43 fyltar skógvaeskjur í jólagávu til børnini í Ukraina
Túsundtals pakkar úr Føroyum liggja undir trøunum í Ukraina á jólum. 43 av teimum eru pakkaðir heima hjá 89 ára gomlu Oslu Arge Ellingsgaard, sum sjálv hevur seymað pløggini
 
13.10.2022 - 08:15

 

Hvørt ár senda føroyingar jólapakkar í skóeskjum til neyðstødd børn kring heimin.

Fyrsta árið var í 2003. Tá fóru eini 300 pakkar úr Føroyum.

Í fjør var talið oman fyri 3000.

Har ímillum vóru fimm pakkar frá 89 ára gomlu Oslu Arge Ellingsgaard úr Klaksvík. Í pakkunum vóru pløgg og dukkum, sum hon sjálv hevði seymað.

Henni dámdi tað so væl, at hon longu í januar fór í holt við næstu jól.

Nú er hon loksins liðug. 43 fyltar skógveskjur eru nú klárar at verða sendar til børnini í Ukraina.

Osla4

Morgunsendingin gjørdi eisini eina longri samrøðu við Oslu Arge Ellingsgaard:

1555267
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537