Tórshavnar kommuna væntar at fáa 46 mió. kr meira í inntøku

Tórshavnar kommuna væntar at fáa 46 mió. kr meira í inntøku
Fíggjarætlanin fyri 2023 verður løgd fram á býráðsfundi í kvøld. Skattaprosentið og barnafrádrátturin eru óbroytt
Tórshavnar kommuna væntar at fáa 1,2 milliardir krónur í inntøku næsta ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.09.2022 - 17:00

Í kvøld er býráðsfundur í Tórshavnar kommunu, og millum annað skal fíggjarætlanin fyri næsta ár leggjast fram.

Uppskotið vísir, at úrslitið fyri rentur verður 234,9 mió.kr. Úrslitið fyri avdráttir og íløgur verður 229,2 mió.kr.

Avlop til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 193 mió.kr. Lániskuldin hjá kommununi er 242 mió.kr. Av hesum eru 233 mió. kr. knýttar at Tórshavnar havn.

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2023 vaksa 46,6 mió.kr.,  ella 4,0%, upp í eina milliard og 209 mió. kr.

Í uppskotinum til fíggjarætlan verður roknað við, at kommunuskattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi vera ávikavist 19,00% og 8.000 kr.

Heðin Mortensen er borgarstjóri í Tórshavnar kommunu:

 

29092022_Hedin_

 

Fíggjarætlanin fyri 2023 verður løgd fyri býráðið í kvøld. (Savnsmynd)

 

Tað er ikki politiskt viðgjørt enn, men kommunan hevur ymsar møguleikar at hjálpa hart sperdum borgarum, sum eru raktir av stóra prísvøkstrinum í samfelagnum, sigur borgarstjórin:

 

29092022_Hedin_1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444