Landstreymurin riggar ikki

Landstreymurin riggar ikki
Brek hevur verið á motorinum, sum kann veita streym úr landi, men tað verður væntandi rættað í heyst, sigur formaðurin í havnarnevndini í Tórshavnar kommunu
Landstreymsanleggið er ætlað skipum, sum liggja við bryggju í Havn, á Oyrareingjum og Signabø og í Kollafirði.
 
30.08.2022 - 14:34

Í fjør keypti Tórshavnar kommuna eitt landstreymsanlegg, sum kann flytast millum kaiøkini í kommununi. Ætlanin er, at størri skip, ið larma og luftdálka, skulu setast til landstreymsanleggið, tá ið tey liggja við bryggju í Havn, á Oyrareingjum og Signabø og í Kollafirði.

Men anleggið virkar ikki i løtuni.

 

Kári Johansen er formaður í havnarnevndini í Tórshavnar kommunu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Útgerðin, sum kann veita landstreym, kostaði út við tríggjar milliónir krónur at keypa. Talan er um útgerð í eini bingju. Steymurin er ikki frá SEV, men ein dieselmotorur í bingjuni ger streymin.

Eitt tílíkt anlegg við dieselmotori er ikki rættur landstreymur, heldur forkvinnan í felagnum Heimafriði.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30082022_Landstreymur_til_net

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444