ES og USA fordøma russiskt rakettálop í Ukraina

bannari
ES og USA fordøma russiskt rakettálop í Ukraina
25 fólk doyðu, tá russar skutu rakettir eftir einari tokstøð í býnum Chaplyne
Russiska álopið á ukrainska býin Chaplyne hevur kravt í minsta lagi 25 mannalív, og 50 eru særd.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.08.2022 - 15:05

Hægsti diplomaturin í ES, Josep Borrell, fordømir nú russiska rakettálopið á eina tokstøð í ukrainska býnum, Chaplyne, gjár. 

Talið á deyðum er nú komið upp á 25 og fleiri enn 50 fólk vóru særd.

- Hetta er eitt andstyggiligt álop á sivilfólk, sum Russland framdi í Chaplyne á ukrainska frælsisdegnum, skrivar Borrell á Twitter.

- Tey, sum hava ábyrgdina av russiska rakettyvirganginum, skulu standa til svars fyri sínar gerðir, legði ES-uttanríkisráðharrin aftrat.

 

Josep Borell er uttanríkisleiðari í ES. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Eisini amerikanski uttanríkisráðharrin hevur fordømt rakettálopið í gjár.

- Álopið á eina tokstøð á tremur við sivilfólkum, fylgir mynstrinum av ræðuleikum. Vit halda fram, saman við okkara sameindu, at stuðla Ukraina, og royna at draga russisku herovastarnar til svars fyri sínar gerðir, sigur Anthony Blinken.

Sambært Reuters, hevur Russland nú váttað at hava skotið rakettir eftir tokstøðini í Chaplyne, men at hesar rakettir raktu eitt hernaðartok, sum var fermt við vápnum og lóðuri, sum var á veg til hermótið í eystur Ukraina.

 

Antony Blinken er amerikanskur uttanríkisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297