Hitin í Arktis veksur nógv skjótari enn aðrastaðni í heiminum

Hitin í Arktis veksur nógv skjótari enn aðrastaðni í heiminum
Hitin í Arktis er vaksin 0,75 stig hvørji áratíggju síðani 1979
 
15.08.2022 - 09:49

Hitin á Norðurpólsleiðini, í Arktis, veksur fýra ferðir skjótari enn aðrastaðni í heiminum.

Tað vísa kanningar hjá granskarum í Finnlandi og Noregi, skrivar NTB.

Hitin er kannaður síðani 1979, tá til bar at gera slíkar kanningar við fylgisveini.
 
Hitin í Arktis er vaksin 0,75 stig hvørji áratíggju.

Við Svalbard og Novaja Semlja er hitin tó vaksin 1,25 stig.

Tað kemur óvart á, tí tað er triðing meira enn forsagnirnar siga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV