Seks skip bíða eftir landingartørni á Havsbrún

Seks skip bíða eftir landingartørni á Havsbrún
Havsbrún í Fuglafirði er einasti møguleiki, tá landast skal til ídnað, og bara 15 prosent kunnu landast uttanlands
Makrelurin er feitur í løtuni, og tí verður hann landaður til ídnað. (Savnsmynd)
 
08.08.2022 - 13:08

Eini seks nótaskip við fullari last av makreli liggja í hesum døgum og bíða eftir at sleppa framat at landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Makrelurin er serliga feitur hesa tíðina, so ikki slepst av við hann til matna, tí hann heldur sær ikki so væl. Havsbrún er einasti møguleikin, tá ið landast skal til ídnað í Føroyum.

Skipini noyðast at landa makrelin í Føroyum, tí eftir lógini um sjófeingi kunnu skipini ikki landa meira enn 15 prosent uttanlands, uttan at landsstýrismaðurin gevur undantaksloyvi til tað.

 

Christian í Grótinum hevur bíðað eftir landingartørni síðani mikudagin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tíð fer fyri skeytið

Men einki undantaksloyvi er komið, og tá tað tekur hálvttriðja samdøgur at sigla á fiskileið og hálvttriðja samdøgur at sigla innaftur, fer dýrabær tíð til spillis hjá nótaskipunum, sum helst vildu fiskað mest møguligt av kvotuni.

Páll Klein Rasmussen er skipari á Christian í Grótinum, ið kom inn mikudagin, men síðani hevur ligið í Klaksvík og bíðað eftir landingartørni í Fuglafirði:
 

1542528

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444