Játtanin til LGBT skuldi lækka, men nú hækkar hon í staðin

Játtanin til LGBT skuldi lækka, men nú hækkar hon í staðin
Tórshavnar býráð viðger í dag eitt tilmæli um at játta 50.000 kr. um árið í trý ár til Faroe Pride
Tórshavnar býráð viðger í dag eitt uppskot um at játta LGBT 50.000 kr. um árið í trý ár til Faroe Pride.
 
22.06.2022 - 15:48

Játtanin hjá Tórshavnar kommunu til Faroe Pride, sum skuldi lækka úr 20.000 krónum niður í 12.500 krónur, hækkar nú í staðin upp í 50.000 krónur. 

Tað sæst í skránni fyri býráðsfundin í dag.

Sostatt hevur Tórshavnar kommuna hálsað um og broytt støðu til játtanina fyri býráðsfundin. 

Upprunaliga hevði Mentamálanevndin nevniliga mælt til at skera játtanina. 

Í skránni verður upplýst, at LGBT Føroyar hevur søkt at fáa 50.000 krónur um árið í trý ár til at skipa fyri Faroe Pride. Fíggjarnevndin tekur undir umsóknini, og leggur málið fyri býráðið.

Peningurin skal brúkast til at fíggja pall, ljós, ljóð og trygdartiltøk, herundir samarittar og ferðslutrygdartiltøk v.m. í sambandi við skrúðgonguna hjá LGBT upp undir ólavsøku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537