Radarin verður liðugur um fýra ella fimm ár

Radarin verður liðugur um fýra ella fimm ár
Føroyingar fáa atgongd til allar myndir, á jøvnum føti við Danmark, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Frá tíðindafundinum, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Morten Bødskov, verjumálaráðharri, høvdu í Tinganesi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.06.2022 - 10:52

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fegnast um, at avtalan um lofteftirlitsradaran nú er undirskrivað. 

Jenis av Rana sigur, at arbeiðið at seta radaran upp verður væntandi liðugt um eini fýra ella fimm ár, og sambært avtaluni fáa føroyskir stovnar atgongd til allar myndir frá radaranum, á jøvnum føti við Danmark.

Føroyskar fyritøkur sleppa eisini at bjóða upp á arbeiði í sambandi við radaran.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Jenis av Rana, landsstýrismann, eftir tíðindafundin, sum hann og Morten Bødskov, danski verjumálaráðharrin, høvdu, tá teir høvdu skrivað undir radaraavtaluna:

 

1532596

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoyr samrøðu, sum danska TV2 gjørdi við Morten Bødskov, verjumálaráðharra, eftir tíðindafundin:

 

1532597

 

 

Hoyr allan tíðindafundin her:

 

1532612

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537