Uttanlandsnevndin viðger radaramálið í dag

Uttanlandsnevndin viðger radaramálið í dag
Morten Bødskov, verjumálaráðharri, kemur til Føroya at skriva undir avtaluna
Ætlanin er at skriva undir avtaluna um radaran hósdagin, tá ríkisfundur er í Føroyum.
 
07.06.2022 - 08:30

Fyrrapartin fer Uttanlandsnevndin at viðgera radaran, sum danir vilja byggja í Føroyum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, skal til ráðførslu klokkan tíggju.

Ætlanin er at undirskriva avtaluna hósdagin, tá ríkisfundur er í Føroyum. Morten Bødskov, verjumálaráðharri, kemur til Føroya at skriva undir.

 

400 mió. kr.

Í februar í fjør samtykti fólkatingið at lata 400 mió. kr. til ein radara í Føroyum.

Jenis av Rana vil ikki siga, hvat stendur í avtaluni.

Tað kemur undan kavi, tá hon er undirskrivað, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537