Eysturkommuna 25 milliónir í avlopi

Eysturkommuna 25 milliónir í avlopi
Inntøkurnar i fjør vóru størri og rakstrarútreiðslurnar minni enn mett
Per Martin Gregersen er borgarstjóri í Eysturkommunu.
 
27.05.2022 - 14:14

Rakstrarúrslitið hjá Eysturkommunu í fjør var 25,4 milliónir kr.

Tað eru 9,5 milliónir betri enn væntað. 

Tað sæst í roknskapinum hjá kommununi. 

Avlopið stavar frá, at inntøkurnar vóru størri, enn upprunaliga mett, og rakstrarútreiðslurnar minni. Samlaðu inntøkurnar vóru 121 milliónir krónur, sum vóru 6,2 milliónir krónur meira enn mett.

Rakstrarútreiðslurnar vóru 95,6 milliónir krónur, ella  3,3 milliónir krónur minni enn mett. 

Í fjør gjørdi Eysturkommuna íløgur fyri tilsamans 39,3 milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444