Færri kanningar, men nógv positiv

bannari
Færri kanningar, men nógv positiv
Hóast færri kanningar vórðu gjørdar í gjár, so eru framvegis nógv positiv kanningarúrslit
 
19.01.2022 - 18:13

Í gjár vóru 3.843 kanningar gjørdar fyri koronu, og umleið 640 av teimum eru positivar, men tey eru ikki liðug at greina allar kanningarnar enn, sigur landslæknin í kvøld. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur í stuttari viðmerking í kvøld, at tey hava fokus á, hvørjar samfelagsfuntiónir verða raktar, og talið av innløgdum. Og fá eru innløgd í sambandi við koronu, - tvey við koronu og tvey av aðrari orsøk.  

Smittuprosentið er nú sløk 17 prosent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283