Shipping.fo gevst at samstarva við All Oceans Logistics

bannari
Shipping.fo gevst at samstarva við All Oceans Logistics
Felagið sigur, at All Oceans Logistics er sett í samband við so nógv ivasom viðurskifti, síðani málið um Kongoránið kom fram
Shipping.fo heldur til í Mykinesgøtu í Havn. Felagið gevst nú at samstarva við All Oceans Logistics.
Mynd: Jógvan Eli Dam  
 
01.12.2021 - 15:43

Shipping.fo gevst við øllum samstarvi við felagið All Oceans Logistics.

Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

Shipping.fo skrivar, at All Oceans Logistics er sett í samband við so nógv ivasom viðurskifti, síðani málið um Kongoránið kom fram, og ivin um, hvaðani upprunin til pengarnar í All Oceans Logistics stavar frá, er so stórur og sendir nógvar skaðandi ringvirkningar.

Tí sigur Shipping.fo, at tey hava gjørt av at gevast sum tænastuveitari hjá All All Oceans Logistics.

 

Ongantíð havt leiðsluna

Shipping.fo vísir eisini á, at Shipping.fo ongantíð hevur havt leiðsluna á skipum fyri felagið, og bara hevur verið undirveitari hjá All Oceans Logistics.

Eisini vísir Shipping.fo á, at hvørki stjórin ella felagið eru partaeigarar í All Oceans Logistics ella dótturfeløgum, eins og einki umboð fyri Shipping.fo hevur verið nevndarlimur ella í leiðslum í nevndu feløgum. 

Skjøl úr Kongoráninum vísa, at í 2019 var virksemi hjá Kabila-netinum í Føroyum lagt í eitt nýtt felag. Tað er felagið Sandá, sum Shipping.fo eigur, og Jónas Sigmarsson er stjóri í.

Skjølini vísa, at Shipping.fo hevur verið tænastuveitari til feløg í Kabila-netinum síðani 2013.

Kringvarpið hevur verið í samband við Jónas Sigmarsson, stjóra í Shipping.fo í dag, men hann vil heldur ikki í dag gera samrøðu um málið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860