Kinesarar ætla at koppseta trý ára gomul

Kinesarar ætla at koppseta trý ára gomul
Í fimm landspørtum verður kravt, at børn millum trý og 11 ár skulu verða koppsett.
Í Kina ætla tey at koppseta trý ára gomul
Mynd: shutterstock.com  
 
25.10.2021 - 14:57

Kinesarar hava nú gjørt av at koppseta børn niður í trý ára aldur.

Tað skrivar tíðindastovan AP. 

Í fimm landspørtum verður harafturat kravt, at børn millum 3 og 11 ár skulu verða koppsett.

Hetta verður gjørt, tí at smittan aftur hevur tikið dik á seg í Kina. 76 prosent av fólkatalinum í Kina eru liðugt koppsett. Tað merkir, at 1 milliard og 70.000 fólk eru liðugt koppsett. Tilsamans búgva 1,4 milliardir fólk í Kina.

Í juni vóru tvey koppingarevni góðkend í Kina til at koppseta børn millum 3 og 17 ár. Higartil hava kinesisku myndugleikarnir tó bara koppsett børn eldri enn 12 ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949