Koppingarevnið til fátæk lond seinkað

Koppingarevnið til fátæk lond seinkað
Framleiðslutrupulleikar við Novavax-koppingarevninum gera, at koppingarsamstarvið Covax ikki nær at býta tvær milliardir skamtar út til fátæk lond áðrenn árskiftið
Mynd: Savnsmynd  
 
20.10.2021 - 07:21

Ein milliard skamtar av koppinginarevninum frá Novavax til fátæk lond eru seinkað, tí trupulleikar eru í framleiðsluni. 

Tað skrivar Politico.

Koppingarsamstarvið, Covax, sum býtur út koppingarevni til fátæk lond, skal eftir ætlan býta tvær milliardir Novavax-skamtar innan 2022.

Tað verður hildið at vera avgerandi fyri basa farsóttini.

Men Politico skrivar, at framleiðslutrupulleikar við Novavax-koppingarevninum gera, at felagið bara megnar at framleiða helmingin av skamtunum, sum lovað, innan 2022. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949