Klæmint fýra mál, tá øll toppliðini vunnu trygt

Klæmint fýra mál, tá øll toppliðini vunnu trygt
Klæmint A. Olsen skeyt fýra mál, tá øll toppliðini vunnu trygt á heimavølli, og við 4-0 sigri stevnir KÍ beint ímóti meistaraheitinum
Klæmint Olsen skeyt fýra mál ímóti TB í dag
 
19.09.2021 - 16:48

Øll toppliðini vunnu tryggar sigrar, tá tey høvdu heimavøll seinnapartin.

Jóannes Bjartalíð skeyt tvey mál fyri KÍ, tá klaksvíkingar vunnu 4-0 ímóti 07 Vestur við Djúpumýru.

Víkingur vann eisini - 3-1 ímóti B68 í Sarpugerði - og tískil er munurin millum tey bæði fremstu framvegis 12 stig, nú bert 15 eru eftir at spæla um hjá teimum báðum.

Í Havn vann B36 5-0 ímóti ÍF. Sebastian Pingel skeyt tvey mál ímóti fuglfirðingunum, sum nærkast niðurflyting.

Klæmint Andrasson Olsen skeyt fýra mál við Løkin, har NSÍ vann heili 7-2 ímóti botnliðnum TB, sum flytur niður, um tað aftur verður tap næsta umfar.

Ein dystur er eftir at spæla í dag. Hann verður á Tórsvølli kl. 18, tá HB tekur ímóti EB/Streymi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537