Løgreglan: Húsaófriður og ørir bilførarar í nátt

Løgreglan: Húsaófriður og ørir bilførarar í nátt
Løgreglan hevði fleiri ymiskar uppgávur í nátt, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn
Mynd: Kelda: Savn  
 
11.04.2021 - 11:20

Nakað av fólki var í býnum í nátt, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Løgreglan koyrdi onkur full fólk heim, og hjálpti onkrum á føtur aftur, sum var komin illa fyri.

Eitt víkiskylduóhapp var í Eysturbýnum í Havn í gjárskvøldið. Ein bilur helt ikki sína víkiskyldu og koyrdi út fyri ein annan. Eftir øllum at døma var tað sólin, sum hevði blendað bilføraran. Eingin fólkaskaði var av óhappinum, men báðir bilar fingu materiellan skaða.

Klokkan 22 fór løgreglan út til húsaófrið í Havnini. Tað málið var loyst við at annar parturin varð tikin úr húsinum.

Løgreglan fekk eisin fleiri fráboðanir um bilar, sum koyrdu ørt í Havnini og í Eysturoynni. Tað var um fýra fimm tíðina um náttina. Løgreglan fór á staðið at leita, men fann ikki bilarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012