Keypari og seljari skal ikki vera tann sami

Keypari og seljari skal ikki vera tann sami
Nýggj kunngerð um uppboðssølu eru komin í gildi
Uppboðssøla á Fiskamarknaðinum
 
03.03.2021 - 09:05

Tá tann, sum selur fisk á uppboðssølu, eisini keypir hann, er hetta ikki at meta sum ein søla. Keyparin skal vera eitt annað felag ella fólk enn tann, sum selur.

Tað sigur Vørn.

Tann 1.januar kom nýggj kunngerð um uppboðssølu.

30 prosent á uppboðsølu

Kunngerðin sigur, at í minsta lagi 30 prosent av fiski í rundari vekt av hvørjum fiskaslagi sær, sum føroyskt fiskifar avreiðir í einum fiskiári, skal seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.

Talan er um veiðu í føroyskum ella íslendskum sjógvi. Kunngerðin er um tosk, hýsu, brosmu, longu, havtasku og svartkalva og bara um ósløgdan fisk, sløgdan fisk við høvdi og sløgdan, avhøvdaðan fisk.

Tað telur ikki við í teimum 30 prosentunum, um seljarin keypir sín egna fisk aftur, sigur Vørn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444