Raðfesting gjørd fyri koppsetingina

bannari
Raðfesting gjørd fyri koppsetingina
Myndugleikarnir hava nú gjørt eina ætlan fyri, hvør skal koppsetast nær fyri koronu
Í hesum døgum fáa heilsu- og røktarstarvsfólk, búfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum fyrru koppseting fyri koronu
 
19.01.2021 - 06:03

Í løtuni eru tað nógv, sum venda sær til sjúkrahúsini og aðrar almennar myndugleikar fyri at sleppa skjótari fram at at koppseta seg fyri koronu.

Næst í røðini eru avvarðandi hjá fólki í serligum vandabólkum, tey verða koppsett síðst í hesum mánaðinum. Fyrst í februar verða fólk, sum eru yvir 65 ár og fáa røkt og hjálp, og fólk, sum eru 85 ár og eldri, koppsett.

"Restin" fær koppsetingina seint í mars

Síðst í mars fáa 80-84 ára gomul og 75-79 ára gomul fyrru koppsetingina fyri koronu. Statens Seruminstitut hevur váttað, at koppingarevni er tøkt til og við mars mánað.

Koppingarevnini koma til Føroya í avmarkaðum nøgdum, og tí hevur verið neyðugt at raðfesta koppsetingina.

Væntandi verður farið at koppseta restina av fólkinum síðst í mars, skrivar corona.fo, har tú kanst síggja yvirlit, nær hvørjir bólkar fáa tilboð um koppseting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012