Fleiri koppingarevni tøk fyrst í nýggja árinum

bannari
Fleiri koppingarevni tøk fyrst í nýggja árinum
Nú eru 10 sløg av koppingarevni fyri koronu komin so mikið langt, at kanningar verða gjørdar á triðja stigi
Heilivágsfyritøkan Pfizer er um at vera liðug at menna koppingarevni fyri koronu
 
12.11.2020 - 13:50

Líkt er til, at fyrst í 2021 vera fleiri koppingarevni fyri koronu tøk á marknaðinum. Og tað fer at hava við sær, at nógv fólk kunnu koppsetast.

Mánadagin boðaðu fyritøkurnar, Pfizer og BioNTech frá, at teirra royndir eru um at vera lidnar, og at royndirnar higartil eru góðar.

Granskarar fegnast

Granskarar kring heimin fegnast um boðini, ein av teimum er heilivágsgranskarin, Tor Kristian Andersen, á universitetinum í Oslo.

Hann vísir á, at fleiri onnur feløg eisini eru komin langt við at menna koppingarevni, og koma tí helst á marknaðin við sínum heilivági um somu tíð sum Pfizer.

Pfizer hevur boðað frá, at fyritøkan seinast í hesum mánaðinum fer at biðja um góðkenning frá amerikansku heilumyndugleikunum. Og samstundis eru feløgini farin undir fyrireikingar at fáa heilivág góðkendan í Evropa.

10 sløg

New York Times skrivar, at nú eru 10 sløg av koppingarevni fyri koronu komin so mikið langt, at kanningar verða gjørdar á triðja stigi.

Tá kanningarnar hjá sjálvum fyritøkunum eru av, skulu myndugleikarnir í londunum kanna úrslitið, áðrenn loyvi verður givið at selja koppingarevnið.

Tí verður roknað við, at koppingarevni fyri koronu verður tøkt í Evropa um mánaðarskiftið januar/februar.

Í Evropa verður mest tosað um koppingarevnið frá fyritøkuni, Astra Zeneca, og ábendingar eru um, at tað koppingarevnið verður tøkur um somu tíð sum koppingaervnið frá Pfizer, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012