Dýrir haruhagar

Dýrir haruhagar
Fýra harudagar fóru fyri 129.000 krónur í Kvívík í gjár
 
25.10.2020 - 14:14

Harumenn máttu djúpt niður í lumman, tá haruhagarnir í Kvívík vórðu seldir í gjár, skrivar Vágaportalurin. Fýra haruhagar í Kvívík vórðu seldir fyri tilsamans 129.000 krónur, sum er væl meira enn í fjør.

Norðihagi varð seldur fyri 31.000 krónur, Gásafelli fyri 38.000 krónur, Fjallið fyri 37.000 og Presthagi ella Frammihagi fyri 23.000 krónur.

Ein av orsøkunum til, at hagarnir í Kvívík í ár fóru fyri so nógv, kann vera, at tað er nógv hara at síggja, og at harumenn eru spentir, sambært Vágaportalinum.

Haruhagarnir í Vestmanna verða seldir á uppboði í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012