- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka Turkihúsið niður
20.10.2020 - 10:28
Aktuelt›Samfelag
Taka Turkihúsið niður
Vestmanna kommuna heitir nú á tey, sum eiga lutir í Turkihúsinum, um beina teir burtur, áðrenn farið verður at taka niður

Turkihúsið í Vestmanna verður nú tikið niður
Mynd: Vestmanna kommuna
Í næstum verður Turkihúsið í Vestmanna tikið niður.
Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Vestmanna kommuna hevur í tveimum førum boðið út Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stendur, til íbúðabygging, gistingarhús ella handil.
Men eingin avtala er fráboðað enn.
Turkihúsið verður í næstum tikið niður, og tey, sum eiga lutir í Turkihúsinum, verða biðin um at beina hesar burtur, áðrenn arbeiðið byrjar.
Annars verða lutirnir beindir burtur saman við húsinum. Húsið stendur opið, so tað slepst inn eftir møguligum lutum, sigur Vestmanna kommuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV