Kambur seldur til Vestmannar

Kambur seldur til Vestmannar
HKO yvirtekur Kamb um miðjan oktober
Kambur er bygdur í 1987. Hann er nú seldur til Vestmannar
 
14.09.2020 - 16:34

Partafelagið HKO í Vestmanna hevur keypt línuskipið Kamb, sum hevur havt heimstað á Strondum, skrivar Portalurin.

HKO eigur línuskipið Vesturhavið, sum er gamli Strandingur. 

Háldan Haldansen, reiðari á Vesturhavinum, váttar fyri Portalinum, at teir hava keypt Kamb, og at teir yvirtaka skipið um miðjan oktober. Kambur fer at broyta navn til Vesturhavið.

Háldan Haldansen sigur, at ætlanin er at selja Vesturhavið.

Vesturhavið er bygt í 1963, og Kambur er bygdur í 1987.

Søluprísurin er ikki upplýstur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537