Karelia kemur í Nólsoyarfjørð seinnapartin

bannari
Karelia kemur í Nólsoyarfjørð seinnapartin
Russiska skipið hevur ein eykalut við til Yantarnyy, sum framvegis liggur á Oyrareingjum
Korona varð staðfest umborð á Kareliu, tá trolarin lá í Norðhavnini í Klaksvík síðst í juli
 
26.08.2020 - 11:56

Russiski trolarin Karelia kemur á Havnina klokkan eitt í dag.

Karelia fór til Kaliningrad fyrst í august, men er nú á veg á fiskileið í NEAFC-økinum eystan fyri Føroyar. 

Korona varð staðfest umborð, tá trolarin lá í Norðhavnini í Klaksvík síðst í juli. 

Sum skilst kemur Karelia ikki til bryggju í Havn, men fer at liggja í Nólsoyarfirði.

Hevur eykalut við

Sambært umboðnum í Føroyum, kemur Karelia til Føroya við einum eykaluti til Yantarnyy, sum framvegis liggur á Oyrareingjum og bíðar eftir farmaskipi, sum skal taka fiskin.

Fólk frá umboðnum, sum er Faroe Ship, fara út eftir eykalutinum, sum er til motorin hjá Yantarnyy, og so heldur Karelia leiðina fram til fiskaskap.

Karelia og Yantarnyy hava sama eigara.

Tey, sum eru við Kareliu, vórðu kannað tríggjar ferðir fyri koronu, áðrenn skipið fór úr Kalingrad, hevur umboðið í Føroyum fingið at vita. Eingin er positivur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592