Havnar kirkja nýtt altarklæði

Havnar kirkja nýtt altarklæði
Nýggja altarklæðið, sum verður vígt sunnudagin, er gjørt í Fraklandi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.07.2020 - 09:46

Sunnudagin vígir Jógvan Fríðriksson, biskupur, nýtt altarklæði í Havnar kirkju. Hetta er eitt serligt altarklæði, sum hevur fingið heitið Ólavsøkuklæðið - Halgað úr forðum var Føroya land. 

Edward Fuglø eigur hugskotið. Myndevnið er Ólavur Heilagi. Altarklæðið er eitt antependium, eitt vovið klæði, sum hongur niður fyri tær tríggjar síðurnar á altarinum. 

Klæðið er úr ull, silki og úr eftirgjørdum tráði. Tað er næstan fýra metrar langt og góðan metur høgt. Altarklæðið er virkað í Fraklandi. Tað verður brúkt á ólavsøku og, tá aðrar hátíðarløtur eru í Havnar kirkju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012