Lone Dybkjær deyð

Lone Dybkjær deyð
Fyrrverandi danski ráðharrin í umhvørvismálum og limur í ES-tinginum, Lone Dybkjær, bleiv 80 ár
Lone Dybkjær saman við manninum, Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharra, í 2014
Mynd: Savnsmynd  
 
21.07.2020 - 13:22

Lone Dybkjær giftist í 1994 við fyrrverandi danska forsætismálaráðharranum Poul Nyrup Rasmussen, sum hon var gift við til hon nú doyði.

Hetta hevur maðurin hennara, fyrrverandi danski forsætismálaráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kunngjørt sambært tíðindastovuni, Ritzau. 

Lone elskaði lívið og stríddist til tað síðsta, sigur Poul Nyrup Rasmussen. 

Lone Dybkjær tók seg úr Fólkatinginum í 2011. Sama ár fekk hon staðfest krabbamein, og hon hevur í fleiri umførum tosað alment um sjúkuna. 

Lone Dybkjær bleiv fyrstu ferð vald í Fólkatingið í 1973 fyri Radikale Venstre, og í 1988 bleiv hon umhvørvismálaráðharri.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337