Kommunur trupulleikar av skøruni

Kommunur trupulleikar av skøruni
Fleiri kommunur í Føroyum heita nú á fólk um at hjálpa til, so skøran kann komast til lívs
Fleiri kommunur í Føroyum hava trupulleikar av skøruni. Klaksvíkar kommuna heitir nú á fólk um at hjálpa til
 
09.07.2020 - 16:22

Fleiri kommunur í landinum hava í seinastuni heitt á fólk í teimum ymisku kommununum um at taka skøru upp, so henni kann komast til lívs.

Tórshavnar kommuna heitti í juni á fólk í høvuðsstaðnum um at hjálpa til, í gjár sendi Nes kommuna út eina áheitan og nú biður Klaksvíkar kommuna eisini fólk um at hjálpa.

Takast upp við rót

Kommunan í Klaksvík er nú eisini farin í hernað ímóti skøruni, og kommunan heitir nú á fólk um at smoyggja upp um ermar, so skøran kann burturbeinast einaferð fyri allar.

Skøran skal takast upp við rót, og um hetta ikki ber til, skal hon skerast av niðri við rótina, koyrast í ein posa og burturbeinast, sigur kommunan í áheitanini.

Skøran, sum veksur í Føroyum, er nærskild við skøruna, sum einans veksur í Alpunum og Pyrineafjøllunum, sambært Tjoðsavninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537