Landsstýrið viðger kunngerðir um hjálparpakka tvey

bannari
Landsstýrið viðger kunngerðir um hjálparpakka tvey
Tað hevur drigið út at gera kunngerðirnar, tí løgtingið gjørdi fleiri broytingar í upprunaliga uppskotinum
Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í vinnumálum
 
28.04.2020 - 10:25

Landsstýrið fer á fundi seinnapartin at taka støðu til kunngerðirnar, sum skulu greina, hvussu fyritøkur kunnu fáa hjálp eftir hjálparpakka tvey, sum løgtingið samtykti 6. apríl.

Tað hevur tikið rúma tíð at orða kunngerðirnar, tí løgtingið samtykti fleiri broytingar í upprunaliga uppskotinum. Fyritøkur, sum eru hart sperdar av koronakreppuni, kunnu vænta sær fíggjarligan stuðul úr hjálparpakka tvey. 

Fyritøkurnar kunnu fáa fíggjarligan stuðul til fastar útreiðslur. Stuðulsskipanin fevnir um allar fyritøkur, sum hava mist í minsta lagi 40 prosent av sínum umsetningi.

Stuðul verður latin fyri skjalprógvaðar fastar útreiðslur sum húsaleigu, el, hita, fjarskifti, rentur, trygging o.l. Útgjaldið fyri hvørja fyritøku er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV