ALS játtað 1349 umsóknir um lønarískoyti

bannari
ALS játtað 1349 umsóknir um lønarískoyti
Flestu umsóknirnar, sum eru játtaðar, eru úr Suðurstreymi
 
30.03.2020 - 15:14

Fyri løtu síðani hevði Arbeiðsloysisskipanin játtað 1349 umsóknir um lønarískoyti eftir serlógini, sum er sett í verk í sambandi við korona.

770 kvinnur hava fingið umsóknina játtaða og 579 menn, skrivar ALS á heimsíðuni.

Flestu umsóknirnar, sum higartil eru játtaðar, eru úr Suðurstreymi, tilsamans 705.

197 eru úr Eysturoynni, 126 úr Norðoyggjum, 110 úr Norðstreymoynni, 109 úr Suðuroynni, 92 úr Vágum og 10 úr Sandoynni.

ALS hevur ikki viðgjørt allar umsóknirnar enn, so talið veksur nógv.

Í februar fingu tilsamans 301 fólk arbeiðsloysisstuðul úr ALS, 157 kvinnur og 144 menn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537