Tapir Heilsutrygd verður lógin kanska broytt

Tapir Heilsutrygd verður lógin kanska broytt
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at fær Heilsutrygd ikki viðhald í rættinum, má støða takast til, um lógin skal broytast
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.02.2020 - 10:25

Tapir Heilsutrygd í rættinum, verður lógin um heilsutrygd kanska broytt.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Hann sigur í svari uppá skrivligan fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, at vónandi greiðir rættarmálið støðuna viðvíkjandi heilsutrygdargjaldinum hjá teimum, sum búgva í Føroyum, men arbeiða í Noregi til dømis.

- Fær Heilsutrygd ikki viðhald í rættinum, má eg taka støðu til, um neyðugt er at broyta heilsutrygdarlógina, soleiðis at hon samsvarar við "Nordisk konvention om social sikring", sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Advokatur: Óneyðugt at fara í rættin

Onnur, millum annað advokaturin Jógvan Páll Lassen, siga, at tað er hvørki neyðugt at fara í rættin ella at broyta lógina.

Tí millumlandasáttmálar koma fram um løgtingslógir. Nordisk konvention om social sikring er tí galdandi, og ikki heilsutrygdarlógin.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Heilsutrygd skal halda lógina. Og lógin sigur, at øll, sum búgva í Føroyum og eru 18 ár ella eldri, eiga at gjalda heilsutrygdargjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012