Viðgera enn menningarkvotu

Viðgera enn menningarkvotu
Tað gongst striltið at sleppa av við menningarkvoturnar til Sandoynna
Sandoy Seafood í Skopun
 
22.08.2019 - 13:01

Thor og Sandoy Sefood hava enn eina ferð biðið um at fáa freistina longda at geva Fiskimálaráðnum endaligt svar um menningarkvotuna. 

Freistin er nú longd til eina ferð í september. Men so verður hon ikki longd meira, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Vørðustiggjur gav Fiskimálaráðnum sína rakstrarætlan 15. august, tá longda freistin hjá umsøkjarunum í Sandoynni fór.

Tann rakstrarætlanin er ikki viðgjørd í Fiskimálaráðnum enn. Umsøkjarar um menningarkvotur í ár fingu svar 2. juli.

Men í øllum umsóknunum var nógv meiri fiskur, enn umsøkjararnir fingu í menningarkvotu.

Nýggja rakstrarætlan

Tí vildi Fiskimálaráðið hava eina nýggja rakstrarætlan frá umsøkjarunum, sum fingu menningarkvotu.

Tann freistin var 14. juli. Men umsøkjararnir í Sandoynni bóðu tá um og fingu longri freist. Hon var til 15. august.

Annars hava umsøkjarar fingið endaligt svar úr Fiskimálaráðnum um menningarkvotu.

Men nú hevur ein av teimum fýra boðað Fiskimálaráðnum frá, at menningarkvotan verður kanska ikki brúkt í ár.

Seks umsøkjarar av teimum 37, sum søktu, fingu menningarkvotu í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444