Fólk velja lokalt

bannari
Fólk velja lokalt
Klaksvíkingar velja klaksvíkingar og havnafólk velja havnafólk - eisini til fólkatingsval. Vit hava kavað niður í tølini frá seinasta fólkatingsvali
Klaksvíkingar eru raskari at velja síni egnu enn havnafólk. Tað vísa lokalu tølini frá seinasta fólkatingsvali
 
05.06.2019 - 16:32

Klaksvíkingar fáa mangan skotið í skógvarnar, at teir eru meira heimkærir ella lokaaaalir enn fólk aðrastaðni í landinum. Men passar tað? Ja, í øllum førum tá tað snýr seg um politikk og um hugt verður at, hvussu fólk atkvøddu á seinasta fólkatingsvali.  

Um hugt verður eftir atkvøðubýtinum í Klaksvík, so vóru klaksvíkingar ovast á listanum hjá øllum flokkum við undantak av Framsókn, ið ongan klaksvíking hevði á listanum. 

Sí atkvøðubýtið í Klaksvík í 2015

 
Tað er vert at leggja til merkis, at Eyðgunn Samuelsen fekk fleiri atkvøður í Klaksvík, enn formaður floksins Aksel V. Johannesen. Hann er uppvaksin í Klaksvík, men hevur seinastu árini búð í Havn. Um tað er orsøkin til at fleiri klaksvíkingar valdu Eyðgunn, kunnu vit bert gita um. 


Sí atkvøðubýtið í Havn í 2015

Klaksvíkingar eru ikki einsamallir um at atkvøða fyri sínum egnu. Í Havn vóru havnafólk ovast á listanum hjá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum, Framsókn og hjá Tjóðveldi og Uttanflokkalistanum (um hoyvíkingar telja sum havnafólk).

Tó eru havnafólk ikki lokalari enn, at borgarstjórin í Klaksvík var toppskorari hjá Sjálvstýri í Havn og Edmund Joensen toppskorari hjá Sambandsflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV