Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist

Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist
Soleiðis stendur millum annað í grundgevingini fyri, at Trygvi Danielsen í dag fekk handað Ebbu-virðislønina 2019
 
20.05.2019 - 20:00

Virðislønin er uppkallað eftir Ebbu Hentze, sálu, ið vildi lata sín arv til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serliga gávur. Virðislønin er 25.000 kr og varð í ár latin Trygva Danielsen. 

Hetta er aðruferð at Ebba-virðislønin verður latin. Beinur Bergsson var fyrsta unga listafólkið ið fekk virðislønina í 2018, fyri yrkingasavnið, "Tann lítli drongurin og beinagrindin".

Tað er rithøvundafelagið ið ger av hvør skal fáa virðislønina, og tey grundgeva soleiðis fyri, at Trygvi skuldi fáa hana í ár: 

Trygvi hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur. Harumframt hevur Trygvi við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum.

Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara kenna aftur undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk.

Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni hugleiður um og kemur við hvøssum atfinningum mótvegis tí samfelagi, vit liva í, og tí heimssamfelagi, vit eru partur av. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar. Rætturin at liva og virka, sum ein hevur hug til, eisini verður viðgjørdur og kravdur. Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist.

Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná Trygva Danielsen, har tey fáa eitt innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012