Partarnir skulu sjálvir tingast um eina semju

bannari
Partarnir skulu sjálvir tingast um eina semju
Semingsmenninir hava ongar ætlanir um at leggja nýtt semingsuppskot fram fram í sáttmálatrætuni millum ljósmøðurnar og Lønardeildina
 
21.11.2018 - 16:52

Ljósmøðrafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum eru framvegis til seming um ein nýggjan sáttmála.

Semingsstovnurin boðsendi pørtunum til fundar klokkan 10 fyrrapartin, 

Semingsmenninir ganga millum partarnar, og partarnir sita eisini yvir av hvør øðrum og tingast.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at dentur verður lagdur á, at partarnir sjálvir semjast um ein nýggjan sáttmála.

Endaði við verkfalli

Hann vísir á, at Ljósmøðrafelagið hevur vrakað eitt semingsuppskot, og tað endaði við verkfalli.

Sum støðan er, er eingin ætlan um at leggja nýtt semingsuppskot fram.

Verður tað neyðugt, fara semingsmenninir at sita við pørtunum eisini í kvøld og í nátt, sigur Terje Sigurðsson. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012