Semingsstovnurin ger einki fyribils

bannari
Semingsstovnurin ger einki fyribils
Semingsstovnurin fylgir gongdini í verkfallinum hjá ljósmøðrunum, men hann ger einki fyribils.
 
10.11.2018 - 11:25

Semingsstovnurin fylgir gongdini í verkfallinum hjá ljósmøðrunum, men hann ger einki fyribils.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Hvørki Ljósmøðrafelagið ella Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hava heitt á semingsstovnin um at fara undir nýggja semingsroynd.

- Men partarnir eru altíð vælkomnir at seta seg í samband við okkum, sigur Terje Sigurðsson.

Ljósmøðurnar fóru í verkfall seinnapartin hósdagin, eftir at tær fyrr í vikuni vrakaðu eitt semingsuppskot. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444