Kommunulæknar og Samtak stuðla ljósmøðrunum

bannari
Kommunulæknar og Samtak stuðla ljósmøðrunum
Í samband við verkfallið hjá Ljósmøðrafelag Føroya noktar Kommunulæknafelag Føroya limum felagsins at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
 
09.11.2018 - 12:10

Nevndin í Kommunulæknafelag Føroya hevur sent yvirlýsing út, sum stuðlar verkfallinum hjá ljósmøðrunum, og tað merkir also, at kommunulæknar ikki skulu traðka til, har arbeiðið hjá ljósmøðrunum er rakt av verkfallinum.

Nú hava feløgini í Samtak eisini lagt afturat stuðlinum hjá Ljósmøðrunum. 

Samtak sigur í yvirlýsing í dag, at tey vísa sín treytaleysa stuðul til Ljósmøðrafelag Føroya í ósemjuni. Tey heita á limir sínar um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiðið og heita eisini á Fíggjarmálaráðið um at sessast aftur við samráðingarborðið við einum vilja at loysa málið.

Feløgini í Samtaki eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444