Verkfallið ávirkar virksemið á føðideildini

bannari
Verkfallið ávirkar virksemið á føðideildini
Landssjúkrahúsið boðar nú frá, at ljósmøðurnar frá klokkan trý í dag bara loysa bráðfeingisuppgávur, nú verkfall er lýst.
 
08.11.2018 - 12:08

Verkfallið ávirkar virksemið á føðideildini og í ljósmøðraskipanini. Tí skulu allar barnakonur, sum meta, at tær eru í føðing ella hava átrokandi tørv, ringja á høvuðsnummarið hjá Landssjúrkahúsinum, sum er 30 45 00.

Síðani verða tær stillaðar um til ábyrgdarhavandi. Landssjúkrahúsið sigur, at tað er alneyðugt, at barnakonur ringja á Landssjúkrahúsið og boða frá, áðrenn tær koma á føðideildina.

Bráfeingishjálp fæst við at ringja 1-1-2.

Og so skulu barnakonur, sum ikki hava bráðfeingistørv, men hava spurningar ella ivamál, venda sær til sín egna kommunulækna.

Barnakonur, har vanligar umstøður eru eftir føðing, skulu rokna við at verða útskrivaðar, so skjótt sum tað er ráðiligt, sigur Landssjúkrahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444