Ljósmøður í verkfall

bannari
Ljósmøður í verkfall
Tað er í dag klokkan 15, at ljósmøðurnar fara í verkfall.
 
08.11.2018 - 09:46

Semingsstovnurin gavst týsdagin við royndunum at fáa eina seming millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið, tí ljósmøðurnar havnaðu uppskotinum, sum fyrilá.

Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, segði við Dag og Viku týskvøldið, at Ljósmøðurnar havnaðu semingsuppskotinum, sum varð lagt fram fyri partarnar týsdagin, tí at kravið um løn í mun til ábyrgd ikki varð bjóðað ljósmøðrunum. 

Jóannes Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, hevur sagt við útvarpið, at tey eru farin undir at fyrireika seg til verkfallið, og at tey fara at biðja ljósmøðurnar um undantøk frá verkfallinum, skuldi tørvur verið á tí.

Ljósmøðrafelagið vil ikki siga, hvussu nógv undantøk verða givin, men felagið sigur, at hjálp verður veitt, har hon er neyðug.

- Øll bráðfeingis hjálp verður veitt - tað er at hjálpa til børnum til verðina, og tað, sum ikki er bráðfeingis, verður ikki veitt, segði forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum í tíðindasendingini týskvøldið. 

Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at Landssjúkrahúsið fer at biðja um neyðug undantøk á føðideildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444