Ólavsøkan 1990: Lata seg í føroysk klæðir

Ólavsøkan 1990: Lata seg í føroysk klæðir
Fyri nógv hoyra tey føroysku klæðini ólavsøkuna til. Og tað gjørdu tey eisini í 1990, tá Jenny Simonsen vísti, hvussu vit lata okkum í føroysku klæðini.
 
28.07.2023 - 10:17

Hvussu skulu hosubondini sita, og hvussu fært tú turriklæðið at sita, sum tað skal? Ja, tað er als ikki bara bara at lata seg í føroysku klæðini.

Hóast mangt er broytt seinastu árini, er tað kortini enn ein sannroynd, at føroyingar í hópatali finna føroysku klæðini fram til tjóðarhátíðina.

Í 1990 vísti Jenny Simonsen, hvussu vit lata okkum í føroysku klæðini. Og hóast hetta videobrotið varð tikið upp fyri á leið 33 árum síðani, er tað eins viðkomandi enn. 

Lata_seg_i_foroysk_kladi_29071990

Ólavsøkan merkir eisini útvarps- og sjónvarpskránna, har vit í dag og í morgin senda beinleiðis frá eitt nú setan og kappróðri.

Útvarpsskráin á ólavsøku sæst her

Sjónvarpsskráin á ólavsøku sæst her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444