Pensjónsnýskipanin løgd fram

bannari
Pensjónsnýskipanin løgd fram
Uppskotið hjá samgonguni um pensjónsnýskipan verður lagt fram á tíðindafundi í dag. Men samgongan má hava hjálp úr andstøðuni,
 
03.11.2017 - 07:26

Pensjónsnýskipanin hjá landsstýrinum verður løgd fram fyrrapartin í dag.

Pensjónsnýskipanin hevur verið áleiðis í mong ár.  

Men í dag fer fer landsstýrið at almannakunngera, hvussu nýskipanin fer at síggja út, og lógaruppskotini, sum eru knýtt at henni, verða send til hoyringar.

Eftir øllum at døma noyðist samgongan at leita sær hjálp í andstøðuni fyri at fáa meiriluta fyri málinum, tí Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, sum er avgerandi atkvøðan hjá samgonguni, er ikki partur av semjuni um pensjónsnýskipanina.

Sum skilst hevur samband verið millum samgonguflokkarnar og Sjálvstýri um málið, og nógv bendir á, at Sjálvstýri fer at atkvøða fyri pensjónsnýskipanini saman við samgonguni. 

Tíðindafundur um pensjónsnýskipanina verður í Almannamálaráðnum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV