Etingarólag krevur innlegging í nøkrum førum

Etingarólag krevur innlegging í nøkrum førum
Serliga ung fólk hava etingarólag. Í løtuni fáa fýra fólk undir 18 ár í viðgerð fyri etingarólag á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. 
Landssjúkrahúsið viðger etingarólag á Psykiatriska deplinum.
 
27.10.2017 - 07:26

Etingarólag er serliga at finna hjá ungum fólki, sigur Landssjúkrahúsið.

Í løtuni er fýra fólk undir 18 ár í viðgerð fyri etingarólag á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. 

Annars eru eingi hagtøl um, hvussu nógv fólk í Føroyum hava etingarólag.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann.

Hon sigur, at barna- og ungdómspsykiatriska toymið bjóðar í løtuni ambulanta viðgerð fyri etingarólag. 

Viðgerð í Danmark

Í heilt serligum førum, har heilsustøðan hjá tí unga beinleiðis er hótt, hevur verið neyðugt at innleggja børn við etingarólagi á Psykiatriskaru deild fyri vaksin ella á barnadeildini. 

Í onkrum føri hava ung við etingarólagi fingið viðgerð í Danmark. 

Sirið Stenberg sigur, at í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2018 er peningur settur av til eitt barna- og ungdómspsykiatriskt dagtilboð. 

Hetta fer at geva aðrar møguleikar at viðgera etingarólag, tá ambulant viðgerð ikki er nøktandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV