Sólarmyrkingin gav yvir 100 milliónir

Sólarmyrkingin gav yvir 100 milliónir
Ferðafólk, sum vitjaðu Føroyar fyri at uppliva sólarmyrkingina, keyptu vørur og tænastur fyri slakar 111 milliónir krónur, skrivar Dimmalætting
 
26.07.2015 - 14:16

Fulla sólarmyrkingin, sum var í Føroyum í mars í ár, var góð fyri føroyska ferðavinnu. 

Ferðafólk, sum vitjaðu Føroyar fyri at uppliva sólarmyrkingina, keyptu vørur og tænastur fyri slakar 111 milliónir krónur. 

Tað skrivar Dimmalætting við hagstølum frá Hagstovuni sum grundarlag. 

Talan er um ein vøkstur upp á 121 prosent samanborið við mars mánað í 2014. Eyka umsetningurin hjá ferðavinnuni og øðrum atknýttum vinnum var áleið 61 millióir krónur. 

Størsti vøktsurin var í bólkinum flyutningur innanoyggja og billeiga , og men eisini í bólkinum aðrar tænastur vóru nógvar milliónir at heinta. 

Samlaða yvirlitið hjá Hagstovuni vísir, at útlendsku ferðafólkini løgdu 110,7 milliónir krónur eftir seg í Føroyum í mars í ár - í mun til 50 millióbir sama mánað í fjør, skrivar Dimmalætting. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444