Kanna kostnaðin fyri útsetta drotningavitjan

Kanna kostnaðin fyri útsetta drotningavitjan
Løgmansstjórin sigur, at fær Løgmansskrivstovan rokningar ella krøv frá kommununum, verða tey viðgjørd og støða tikin til teirra
Marjun Hanusardóttir er løgmansstjóri
 
16.06.2015 - 08:16

Á Løgmansskrivstovuni eru tey nú í ferð við at kanna, hvussu nógv, útsetta vitjanin hjá Margretu drotning og Heindrikki prinsi fer at kosta landskassanum.

Nakrar rokningar eru, sum skulu gjaldast. Millum annað eru innbjóðingarkort prentað.

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur, at tey vita ikki enn, hvussu nógv landið noyðist at gjalda fyri vitjanina, sum skuldi byrja í gjárkvøldið, men varð útsett mikudagin í síðstu viku.

Vil hava endurgjald

Í gjár boðaði borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, frá, at landið eigur at rinda kommununum, sum hava havt útreiðslur av vitjanini endurgjald, nú vitjanin varð útsett við so lítlum skotbrái.

Drotningin og prinsurin skuldu vitja á Tvøroyri og aðra staðni í Suðuroynni í dag.

Marjun Hanusardóttir sigur, at fær Løgmansskrivstovan rokningar ella krøv frá kommununum, verða tey viðgjørd og støða tikin til teirra. 

Talan er serliga um fýra kommunur, sum hava fyrireikað seg til fína vitjan. Tær eru Tvøroyri, Hvalba, Sandur og Tórshavn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537