- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frætt og fregnað
Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" í Hattarvík, sum er eystasta bygdin í landinum. Har búgva fá fólk, men heystfrí er meðan sjónvarpið vitjar, og tí er fult lív í bygdini. Vit hitta eisini onkran av teimum, sum eru flutt burtur, men sum fegin vitja heimaftur í frítíðini. Ein gomul eldsmiðja í Oyndarfirði er eisini við í hesum partinum. Og tað er hugni, tá menn sita í Havnardali og binda flugur at fiska laks við.
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.